Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag - 10. sending
12-04-2021
Hvat eyðkendi 1950-árini, Másin og farleiðirnar eystan Múla og til Svínoyar og Fugloyar

Fimmtiárini í Føroyum kunnu í stóran mun samanberast við nítiárini. Sjóvinnubankin fer av knóranum; arbeiðsloysið er stórt; fólk finna sær arbeiði uttanlands; og verkføllini eru fleiri og umfatandi.
Men hetta er eisini eitt tíggjuáraskeið, ið er merkt av stórum broytingum. Á samferðsluøkinum verður farið undir at útbyggja vegakervið munandi; strandfaraskipini fara at sigla sunnudagar; og farið verður undir at nútímansgera strandfaraskipini.
Hetta er samstundis eisini tíggjuáraskeiðið, har farið verður undir at endurnýggja føroyska fiskiflotan, eins og fyrsti føroyski nýbygningurin til millumlandasigling - Tjaldur hjá Skipafelagnum Føroyar, kemur í flotan.
Fólkatalið veksur eisini í fimmtiárunum. Í 1950 búgva 31.781 fólk í Føroyum, í 1955 er fólkatalið 32.456 og í 1960 búgva 34.596 fólk í Føroyum, og er hetta ein fólkavøkstur yvir tíggju ár uppá 2.815 fólk svarandi til 8,9 prosent.
Og tað verður í høvuðsheitum tíðarskeiðið frá 1950 til 1960, ið vit fara at viðgera hesu- og næstuferð.
Saman við Hans Andriasi Sølvárá, dekani og professara í søgu, lýsa vit nakrar av teimum hendingunum, sum mynda 1950-árini í Føroyum.
Í 1939 fær Løgtingið rættindini til alla strandfarasigling í Føroyum, og hetta hevur við sær at tað almenna yvirtekur fleiri og fleiri farleiðir, samstundis sum tað almenna eisini hevur heimild til at lata privatum rættindini til at røkja eina ella fleiri innanoyggja farleiðir. Og tjúgu ár seinri, í 1959, yvirtekur tað almenna rutusiglingina til eitt nú bygdirnar eystan Múla og til Svínoyar og Fugloyar, samstundis sum nýbygningurin Másin, ið tá var ljóst gráur á liti, verður settur í hesa sigling.
Jógvan Ravnsfjall, ið er søgukønur og fyrrverandi leiðari á Norðoya Fornminnissavni, sigur okkum søguna um farleiðina hjá Másanum, bæði fyri og eftir at Másin varð settur í sigling.
Alma Petersen er hálvur fugloyingur - mamma hennara var ættað úr Hattarvík, og pápi hennara sigldi eisini við postbátinum Victoriu, men tað var serliga eftir at hon giftist við Mikkjali Lenus Petersen, ið vaks upp úti í Fugloy, at hon var nógv harúti. Alma, sum eisini arbeiddi hjá Olafi Olsen - Olafi á Stongunum, sum umsat farleiðina, sigur okkum um eitt nú hvussu tað var at ferðast til Fugloyar og hvussu tað var at arbeiða hjá Olafi.
Hvalvíkingurin Knút Jacobsen var í mong ár maskinførari hjá Landsverki, og millum maskinurnar, ið hann koyrdi, var sonevnda Hvalvíkskúgvin. Og Knút var eisini teirra millum, sum gjørdu landsvegin millum Hattarvík og Kirkju.
Eisini hoyra vit brot úr søguligari frásøgn, sum Niels Juel Arge gjørdi, tá ið Másin fór fyrsta túrin við ferðafólki, í november 1959.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.
Smyril var ótíðarhóskandi, longu áðrenn hann fór í sigling
24-05-2021
Framskygni eyðkendi Mjólkaforsýningina, tá ið bilferjan Tróndur varð keypt
15-05-2021
Farleiðin um Vestmannasund
08-05-2021
Selurin siglur um vágnað, og hví varð Oyggjarvegurin ikki samanbundin beinanvegin?
01-05-2021
Nýggja flaggskipið Pride kemur á Klaksvík og fyrsti tunnilin í Føroyum, Hvalbiartunnilin, verður tikin í nýtslu
24-04-2021
Mjólkabátar, Esso Søldarfjørð og Føroya Bjór
17-04-2021
Hvat eyðkendi 1950-árini, Másin og farleiðirnar eystan Múla og til Svínoyar og Fugloyar
12-04-2021
Babu og blá blunk. Samferðslusøgan umfatar eisini sjúkraflutning á sjógvi og landi og politibilar
27-03-2021
Hvalvíkskúgvin er fyrsta gravkúgvin, ið føroyingar hava keypt. Og hon var ein sonn kollvelting. Maskinan, sum kom til Føroya í 1949, er til enn
20-03-2021
Seinri heimsbardagi leggur upp til eina íðnaðarkollvelting í Vágum, Ritan verður ásigld, og Barsskor fer at sigla er millum evnini hesuferð
13-03-2021
Í 1930-árunum fáa vit nýggjan Smiril, Kjølbro setur Britons Pride í sigling, og Mjólkaforsýningin er framvegis sera virkin
06-03-2021
Fyrstu bilarnir koma til Føroyar, havnavígsla í Klaksvík, og kanska fyrsta tunnilsætlanin í Føroyum
27-02-2021