Selurin siglur um vágnað, og hví varð Oyggjarvegurin ikki samanbundin beinanvegin?
Tað var ikki fyrr enn seinast í 1960- og fyrst í 1970-árunum, at privatfólk av álvara fóru at fáa sær bil í Føroyum.
Og hetta sást eisini aftur í samferðslumynstrinum. Nógvar hýruvognsstøðir vóru tá, eins og skipaður bussflutningur eisini var um landið.
Í Klaksvík vóru eisini fleiri hýruvognstøðir, samstundis sum Auto við Hjørleif Waag Høgnesen eisini hevði fasta rutukoyring við bussi, ið, eftir niðaravegi, koyrdi frá Kósini út á Bumshamar.
Ein onnur reglulig farleið var eisini um vágnað, og tað var við ferjuni Selurin, sum J. F. Kjølbro átti, og sum sigldi millum Stengurnar og Gomlu Klaksvíkina meginpartin av sekstiárunum.
Vit tosa við Almu Petersen, sum eisini minnist, tá ið Óla Jákup Jacobsen fergaði millum Stengurnar og Gomlu Klaksvíkina, Jógvan Ravnsfjall, sum útgreinar hesa fergusigling, og Leivur Andreasen, sum var skipari við Selinum, og sonin Jákup, ið plagdi at vera við, tá ið hann var smádrongur.
Vit hitta eisini Finnleif Durhuus, sum í mong ár var leiðari av vegaumsitingardeildini hjá Landsverki. Finnleif tekur saman um stóru vegagerðirnar, ið fórui fram frá 1955 til 1970. Eisini sigur hann okkum søguna um Oyggjarvegin og hví hann ikki varð samanbundin beinenvegin.
Magnus Gunnarson - Maggi, sigur okkum eisini, hvussu hann minnist tíðina fyri Oyggjarvegurin varð samanbundin á sumri 1966.
Tú kanst hoyra sendingina her!