Vágar eru ein heilt serligur partur av føroyskari samferðslusøgu, tað veri seg beinleiðis rutusambandið til Havnar, farleiðin um Vestmannasund, fasta sambandið inn á meginlandið, flogvøllurin, rutan út í Mykines, og rutubilarnir og heimagjørdu bussarnir í Vágum.
Og hesuferð verður kósin sett vestur í Vágar, samstundis sum vit eisini millumlenda í Vestmanna.
Í Vestmanna hitta vit Ruben Olsen, sum eitt nú nemur við ferðsluna, sum fór út gjøgnum bygdina, tá ið gamla ferjulegan var virkin.
Eisini fara vit umborð á gamla postbátin Ólav, har vit hitta Sámal Jákup Olsen, sum sigur okkum søguna um søguliga bátin.
Heini Petersen og Dánjal Poulsen løgdu bókini Vága samferðslusøga úr hondum. Vit hitta teir á krígssavninum, har teir lýsa sambandið um Vestmannasund til og við Bragd fer at sigla í 1965.
Í Vestmanna tosa vit eisini við Erland Isaksen, sum minnist tíðina, tá ið hann koyrdi hýruvogn millum Vestmanna og niðan á Oyggjarvegin fyri hesin varð samanbundin í 1966.
Tað var nakað serligt at fáa eina pylsu meðan bíðað varð á ferjuleguni. Og vit tosa við Tórhardu og Sámal Bláhamar um tíðina, tá ið tey høvdu pylsuvogn við havnalagið í Vestmanna.
Tú kanst hoyra sendingina her!