Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag - 15. sending
15-05-2021
Framskygni eyðkendi Mjólkaforsýningina, tá ið bilferjan Tróndur varð keypt

Í 1967 kemur Tróndur, ið er fyrsta bilferjan í Føroyum, til landið, og hetta eru fleiri ár fyri fyrstu ferjulegurnar verða gjørdar. Vit tosa við Jóhan Petersen, skipsverkfrøðing, sum frá 1965 til 1971 sigldi við bæði Trónda og Sigmundi.
Í 1960-árunum keypti Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinfabrik eisini ferðamannaskipið Ternuna frá Landinum. Og saman við Álvi Danielsen skifta vit orð um Ternuna, sum eitt skifti eisini sigldi sum vaktarskip. Og tað var hendan Ternan, ið rendi á Rituna í 1968.
Gamli Tróndur, sum í 1962 varð settur á land við Hósvík, varð á sumri 1971 sprongdur í luftina - og hetta var ein øgiligur brestur, tí skipið fór í spønir. Eirikur Ingvardsson, ið sjálvur var við til at sprongja skipið, sigur frá.
Tað er ein kunstur at hava eitt gott eyga fyri hvussu tú leggur ein veg, soleiðis at hann liggur so væl í lendinum, sum hann nú einaferð kann. Hetta sigur Finnleif Durhuus, sum í mong ár starvaðist sum deildarleiðari hjá Landsverki. Finnleif sigur okkum eisini søguna um landsvegin í Kollafirði og hví ein partur av vegnum var lagdur niðanfyri og ein partur omanfyri bygdina.
Í 1962 keypti Strandfaraskip Landsins útróðrarbátin August úr Leirvík. Og báturin, sum fekk navnið Sildberin, sigldi við ferðafólki og farmi til 1976, tá ið hann varð seldur. Sofus Jacobsen, sum var í starvi hjá strandferðsluni í 47 ár, sigur okkum eitt nú hvussu báturin royndist.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.
Tveir serstakir Volvo bussar við hvør sínari spennandi søgu. Annar er í dag partur av Danmarks Jernbanemuseum í Odense, og hin varð keyptur frá Simon Spies
24-03-2022
Hóast fyrsta rutan hjá Bygdaleiðum byrjaði í 1979, var tað í 1980-árunum, at Bygdaleiðir menti seg til eina týðandi bussleið um alt landið
17-03-2022
Føroyska tyrluflúgvingin, ið var undir støðugari menning í 1980-árunum, fekk alstóran týdning fyri útoyggjarnar og smáplássini
10-03-2022
Leirvíksbergholið, ið varð tikið í nýtslu í 1985, fekk stóran týdning. Og hvørjar eru avbjóðingarnar, tá ið tú skalt koyra eina stóra maskinu í ringastu líkindum?
03-03-2022
Byrgingin um Haraldssund, sum varð kosin eitt fløkt stríðsmál, Kunoyartunnilin, vegurin til Múla og nýggj Terna um Leirvíksfjørð
17-02-2022
Vit taka saman um 1970-árini og seta skjøtil á 1980-árini í samfelagshøpi og tá ið talan er um samferðslu
10-02-2022
Tað var mangan bítandi kalt hjá monnunum, sum gróvu kava. Ferjulegan og umstøðurnar á Toftum. Og søgulig samrøða um fyrstu ljóskurvarnar í Havn
03-02-2022
Ritan kemur í 1971 og Ráðið fyri ferðslutrygd verður stovnað í 1976
27-01-2022
Farið varð undir at gera veg um fjallið, men tá ið saman um kom, varð tunnil gjørdur millum Sandvík og Hvalba
20-01-2022
Útoyggjarnar eru ein serlig avbjóðing í føroyskari samferðslusøgu, og í dag verður kósin sett til tvær teirra, nevniliga Skúvoy og Dímun
13-01-2022
Nógv stendur á landsstýrinum, suðuroyingar mótmæla, og skjóttgangandi tvíkiljan Hornøy kemur til landið
09-12-2021
Byrgingin um Hvannasund fekk sera stóran týdning, fyrst og fremst fyri Hvannasund og Viðareiði, men eisini fyri Klaksvík og norðurøkið yvirhøvir
02-12-2021