Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag - 18. sending
05-06-2021
Siglingin við bilum og fólki í Sundalagnum í 1960-árunum er bæði spennandi og fjølbroytt

Umframt skipini hjá Mjólkaforsýningini, eru tað fleiri fólk og feløg, ið hava flutt fólk og bilar í Sundalagnum.
Eftir at vegasamband er fingið millum Kollafjørð og Hósvík, fer bilstøðin BIL í Havn í 1962 undir ferðafólkasigling í Sundalagnum við lítlu súðubygdu ferjuni Juni, sum er keypt úr Fuglafirði. Tað var Jógvan Johansen í Klaksvík, sum í 1956 lat hesa ferjuna, sum í Sundalagnum varð nevnd Lítlaferja, byggja í Træstfjord í Noreg at sigla við ferðafólki um vágna í Klaksvík.
Í apríl 1964 keypa eigararnir av hýruvognsstøðini Auto í Havn motorbátin Sigmund frá Suðuroyar Margarinvirki til sigling í Sundalagnum millum Hvalvík og Sundabrúnnað á Oyrabakka. Teir høvdu tá stovnað Oyggjarutuna, sum skipaði fyri rutusambandi úr Havn, eftir Oyggjarvegnum og líka norður til Eiðis, Gjáar og Funnings.
Oyggjarvegurin varð ikki samanbundin fyrrenn í 1966, so fyrstu árini máttu ferðafólk skifta bil uppi í Hórisgøtu við Skeiðsá fyri at koma víðari.
Sami Sigmundur er annars annað skipið, sum Mjólkaforsýningin keypur, og tað er í 1923. Og Sigmundur, ið varð bygdur á Skála í 1920, og sum tók 25 ferðafólk, verður í 1933 seldur til Suðuroyar Margarinvirki og siglur sum lokalur mjólka- og rutubátur av Tvøroyri til eysturbygdirnar í Suðuroynnið. Og har suðuri verður hann bara róptur Mjólkabáturin.
Í 1968 fer O. C. Joensen undir at flyta bilar í Sundalagnum við sluppini Agnes Louis, og í 1969 keypa Jóhan Jacobsen og aðrir donsku bilferjuna Frits Juel, ið fær navnið Sundafergan.
Í dag hitta vit Rudolf Joensen, sum á ein livandi hátt sigur okkum um eina familjuútferð við bil í Eysturoynnið og Streymoynni.
Eisini tosa vit við Edmund Joensen, ið er abbasonur O. C. Joensen, um eitt nú sluppina Agnes Louis, sum sigldi við bilum í Sundalagnum.
Og saman við Birgir Andreasen fara vit á ferð og vitja havnaløgini har, ið Sundaferjan plagdi at leggja at, samstundis sum tosað verður um Sundaferjuna og Sigmund. Pápi Birgir var Jóan Petur Andreasen, sum var skipari á Sigmundi, eins og hann eisini taldist millum eigararnar av Sundaferjuni.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.
Smyril var ótíðarhóskandi, longu áðrenn hann fór í sigling
24-05-2021
Framskygni eyðkendi Mjólkaforsýningina, tá ið bilferjan Tróndur varð keypt
15-05-2021
Farleiðin um Vestmannasund
08-05-2021
Selurin siglur um vágnað, og hví varð Oyggjarvegurin ikki samanbundin beinanvegin?
01-05-2021
Nýggja flaggskipið Pride kemur á Klaksvík og fyrsti tunnilin í Føroyum, Hvalbiartunnilin, verður tikin í nýtslu
24-04-2021
Mjólkabátar, Esso Søldarfjørð og Føroya Bjór
17-04-2021
Hvat eyðkendi 1950-árini, Másin og farleiðirnar eystan Múla og til Svínoyar og Fugloyar
12-04-2021
Babu og blá blunk. Samferðslusøgan umfatar eisini sjúkraflutning á sjógvi og landi og politibilar
27-03-2021
Hvalvíkskúgvin er fyrsta gravkúgvin, ið føroyingar hava keypt. Og hon var ein sonn kollvelting. Maskinan, sum kom til Føroya í 1949, er til enn
20-03-2021
Seinri heimsbardagi leggur upp til eina íðnaðarkollvelting í Vágum, Ritan verður ásigld, og Barsskor fer at sigla er millum evnini hesuferð
13-03-2021
Í 1930-árunum fáa vit nýggjan Smiril, Kjølbro setur Britons Pride í sigling, og Mjólkaforsýningin er framvegis sera virkin
06-03-2021
Fyrstu bilarnir koma til Føroyar, havnavígsla í Klaksvík, og kanska fyrsta tunnilsætlanin í Føroyum
27-02-2021