Í 1979 varð fyrsti tunnilin í Kalsoynnið, Villingardalstunnilin, tikin í nýtslu, og árið eftir vóru Ritudalstunnilin og Mikladalstunnilin tiknir í nýtslu. Men so kom stígur í, og tað var ikki fyrrenn fimm ár seinri, at Trøllanes - sum hin seinasta av bygdunum í Kalsoynnið, fekk tunnil.
Í sendingini tosa vit við Finnleif Durhhus og Poul Gunnhard Poulsen, eins og vit eisini hoyra søguligar upptøkir, ið vóru gjørdar, tá ið Trøllanestunnilin varð skotin ígjøgnum 17. januar 1985.
Tú kanst hoyra sendingina her!