Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag - 43. sending
07-04-2022
Í 1990-árunum eru Føroyar í djúpari kreppu, og hetta merkist um alt landið. Vit tosa við Hans Andrias Sølvará og Finnleif Durhuus, eins og vit hava fregnast um Bókabussin

Týsdagurin 6. oktober 1992 er ímyndin av djúpu kreppuni, sum rakti alt tað føroyska samfelagið í 1990-árunum. Men hvørjar vóru orsøkirnar til kreppuna og hvussu merkti hon samfelagið? Men tað er eisini í 1992, at føroyingar yvirtaka undirgrundina og Rúsdrekkasøla Landsins letur upp. Og seinrapartin av nítiárunum eru høvuðsyvirskriftirnar fullveldi og skiftistíð. Vit tosa við Hans Andrias Sølvará, dekan og professara í søgu, um kreppuna, bankabjargingarnar, fullveldislandsstýrið og onnur viðurskifti, sum merktu Føroyar í 1990-árunum.
1990-árini vóru heldur ikki góð hjá Landsverki, har ið nógv fólk vórðu uppsøgd, samstundis sum verkætlanir vóru dríggjaðar, eins og onkur verkætlan fullkomiliga steðgaði upp. Vit spyrja Finnleif Durhuus, sum var deildarleiðari á Landsverki í mong ár, um hvussu hann minnist nítíárini á stovninum og hvørjar verkætlanir vóru á skránni.
Harumframt verður nomið við Bókabussin, sum var á ferð frá 1985 til 1993.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.
Smyril kollvelti føroyska samfelagið
25-11-2021
Tveir hýruvognar vórðu tiknir á sjógv av einum óløgi á havnalagnum í Leirvík
18-11-2021
Norðskálatunnilin og Brúgvin um Streymin kollveltu føroyska samferðslukervið. Við nýggjum samrøðum og søguligum upptøkum verður hugleitt um týdningin av hesum sambandi
11-11-2021
Fyrst í 1970-árunum verður farleiðin um Leirvíksfjørð dagførd. Vit hugleiða um farleiðina, Ternuna, havnaløgini í Leirvík og í Klaksvík, og frætta um serligar hendingar
04-11-2021
Veturin 1973/74 verður Barsskor umbygdur munandi, Gertrud Joensen sigur okkum um ein dramatiska hending við Barsskor í Mikladali, og Per á Hædd lýsir umhvørvið á Stongunum
28-10-2021
Nógvar íløgur verða gjørdar í veganetið í 1970-árunum, vatnflogfar skal flúgva innanoyggja, og hetlendingar lata fýra bilferjur byggja á Tórshavnar Skipasmiðju
21-10-2021
Tvær nýggjar bilferjur verða bygdar til siglingina um Vestmannasund í 1970-árunum, hin fyrri Sam í 1970 og hin seinri í 1975
14-10-2021
Í 1970-árunum henda stórar útbyggingar á samferðsluøkinum. Men hetta er eisini eitt tíðarskeið við oljukreppu, útróðrarverkfalli, og einari rúsdrekkalóg, sum verður feld
07-10-2021
Edmund Joensen, Birgir Enni og Tummas Olsen siga frá, um tá ið Brúgvin um Streymin varð bygd, eins og vit hoyra søguligar upptøkur
30-09-2021
Tunlarnir norður um fjall skotnir ígjøgnum og alment tiknir í nýtslu
12-06-2021
Siglingin við bilum og fólki í Sundalagnum í 1960-árunum er bæði spennandi og fjølbroytt
05-06-2021
Mykines, Slættanes, heimabygdi Norðurstovubussurin, og valuta loyvi
29-05-2021