Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag - 44. sending
28-04-2022
Sumbiartunnilin gjørdist drúgvur, dýrur og vátur. Men hvør er søgan um tunnilin og hvussu vórðu tær mongu avbjóðingarnar við vatni og tilfari loystar?

Í 1986 varð farið undir at gera Sumbiartunnilin, men bæði kreppan í 1990-árunum og nógvu avbjóðingarnar við vánaliga tilfarinum í berginum og nógva vatni í bergholinum hevði við sær, at tunnilin ikki varð tikin í nýtslu fyrrenn í 1997.
Í sendingini lýsir Finnleif Durhuus Sumbiarfarleiðina søguliga, samstundis sum tunnilssøgan eisini verður útgreinað. Harumframt hoyra vit søgulig brot úr sending, ið varð gjørd tá ið tunnilin varð skotin ígjøgnum.
Hvat hendi á føroyska samferðsluøkinum í 1980-árunum? Tað yvirlitið kann hoyrast fyrst í sendingini, tá ið tikið verður saman um hetta tíggjuáraskeiðið.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.
Læknabáturin Medicus, fleiri mjólkarbátar, við Kvikk til Havnar, og vanlukka í Vestmannasundi
20-02-2021
Vegagerð tíðliga í farnu øld og siglingin hjá Olafi Olsen, Olaf á Stongunum, í Norðoyggjum
13-02-2021
Sera snøggi dampbáturin Ruth og framskygda partafelagið Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinfabrik
06-02-2021
Eitt risastórt framstig, tá ið Smiril kom í 1895. Og vit taka saman um samferðsluviðurskiftini, áðrenn Mortensens menninir tóku stig til Smiril
30-01-2021
  •