- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gentuvesið

Nú var aftur mikudagur! Tvær royndu seg fyri fyrstu ferð á Gentuvesinum, og ein hevur longu verið við fyrr.
Okkara gestavertir hesa ferð vóru Sølvá Jansdóttir Joensen, eigari av Fullpower og "Venjarin í lummanum", Barbara Holm, blaðstjóri fyri Frihedsbrevet Føroyar og Trygvi Danielsen, tónleikari.
Tey vóru dugnalig og dugdu væl at hjálpa, tá ið tvístøðurnar vóru nógvar og fjølbroyttar. Tí hvat skal ein gera sum elskar djór, men hevur ein sjeik sum avmarkar hana við sínum ovurviðkvæmi? Og hvat skal ein 21 ára gomul genta gera, sum fær ov lága løn, men elskar sítt arbeiði? Og skal man bara royna at koma yvir, at sjeikurin nevndi eks-damuna í einum "never have I ever" spælið?
