- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gentuvesið
Rannvør er blivin ein soppur, tí tey trý, ið eru oddafólk í Aggrasoppum, Dania O. Tausen, Trygvi Danielsen og Eyðfinn Bogason Lamhauge, vitja studio fýra hesa ferð.
Sopparnir soppast við nógvum soppum. Í seinastuni hava tey vunnið tónleikakappingina Sement, spælt á tveimum festivalum og útgivið eitt nýtt lag, nevniliga Búff & Buffét.
Vit byrja sendingina við at práta um moralskar timburmenn, sum vit øll í studio fýra kenna okkum aftur í. Ein lurtari ynskir góð ráð viðvíkjandi, at steðga hesum kenslunum, sum hon fær. Síðani práta vit um eina eksdamu; tí hvat skal ein gera, sum veit, at eksdaman hjá sínum sjeiki, tosar niðrandi um hana og um tey sum par? Skal hon siga frá ella lata tað fara?
Ein føroyingur í Noregi ivast í, um tað er ein góð avgerð, at blíva vinir við eksdamuna aftur, sum niðurbreyt hann, tá ið tey vóru par.
"Man skal tosa um fílin í rúminum", siga tey trý, tá ið ein tvístøða snýr seg um happing, fólkaskúlatíð og nýggj starvsfólk, sum man hevur eina ringa fortíð saman við. Vit enda við ‘YOLO’ (you only live once/tú livur bert einaferð) ið ein lurtari heldur er eitt orðafelli, ið eina vinkonan tekur til tey ytstu mørkini og verður ávirkað av.