Gentuvesið

Hátíðarhald á Gentuvesinum
09-08-2024
P100
Vit rópa "hurra" og hátíðarhalda, at hetta er partur nummar 100

Gentuvesið byrjar eitt sindur øðrvísi í dag, tí vit fara aftur í tíðina, tá ið Gentuvesið byrjaði. 

Nógv er hent síðani tá, men eitt er ongantíð broytt, nemliga okkara dugnaligu gestir.

Døgg Nónsgjógv, tónleikari, og Guðrið Hansdóttir, tónleikari, hjálpa okkum við at hjálpa tykkum í dag.

Tvístøðurnar snúgva seg um pengar, vinkonur, at duga illa at syngja, at ikki blíva góðtikin av familjuni og vinmenn ið royna eftir einum.

Vit báðar, Annika og Rannvør, siga túsund takk fyri, at tit hava givið okkum hendan møguleikan. Vit eru sera takksamar fyri tykkum og Gentuvesið. 

Takk fyri P100 - vit hoyrast!

Gentuvesið

Gentuvesið er staðið, har vit venda lívsins ivamálum, verða klókari og hava tað stuttligt.
Kynmismunur, forelskilsi, einsemi og slatur
17-05-2023
Er tað í lagi, at ikki bjóða stjóranum við í veitslu? Og hvat skal man gera, tá ið man er í parlagið við einum, sum hevur rúsevnistrupulleikar?
10-05-2023
Eru gentur ov desperatar, tá ið tær skriva fyrst ella er tað sjarmerandi? Og hvat skal ein genta gera, sum skal ferðast í summar við vinkonunum og ikki hevur ráð?
03-05-2023
Skal tú blandað teg, tá ið tú veitst um fólk, sum eru ótrúgv? Og hvat ger man, tá ið foreldrini skulu skiljast, og tú nú stendur við ov nógvari ábyrgd, tí tey ikki tosa saman?
19-04-2023
Kunnu tvey framvegis hava eitt sunt og gott parlag, tá ið daman hevur funnið eitt "sex tape" á telefonini hjá sjeikinum? Og kann man eiga eitt barnanavn?
12-04-2023
Fer tað yvir mørk at biða vinkonu sína, ið er fríbløðari, at hava bind í tá ið hon kemur til títt ball? Og hvat ger man, tá ið man hevur eina eftirnøvn tvístøðu?
04-04-2023
Er tað flóvisligt at biðja ekssjeikin um, at koma aftur við vibratorinum hann hevur stolið frá tær? Og hvussu skal man gera, um mátin man flirtar uppá, er at spæla kostbar?
29-03-2023
Skal ein velja dreymasjeikin ella dreymastarvið? Og er tað í lagið at 'ghosta'?
22-03-2023
Skal man altíð tosa um tað? Ella er best einki at siga, tá ið man hómar, at vermamma sín fann ein kassa við sexleikum í stovuni?
16-03-2023
Hvat hevði tú gjørt, um tú fórt at slikka sól, og tú fann útav, at onkur hevði gjørt nummar tvey í skrellispannini, og tú fekst skyldina fyri hesum?
09-03-2023
Hvat ger man, tá ið sjeikurin ikki vil tosa um sínar kenslur? Hvussu er man ein góð vinkona, tá ið pápin at vinkonuni er sjúkur? Og kann man tvinga onnur at tosa um sorg?
01-03-2023
Hvat ger man um vinkonan hevur stolið tína troyggju, og nú sigur, at hon hevur fingið hesa troyggjuna frá ommu síni? Og skal man siga frá, tá ið nábúgvin larmar illa?
22-02-2023