- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gestastovan
Í 'Fólksins rødd' varð Ingi Sørensen kendur sum havnarmaðurin við stóra H, ið helt, at bygdirnar íroknað Klaksvík eru ein útjaðari. Hann helt eisini, at vit skulu hava loyvi til alt. Her í 2022 hevur hann fleiri av somu áskoðanum sum í 2011, men kanska enn meira enn tá dugir hann at njóta lívið og útinna tað, sum ger hann glaðan og nøgdan. Ingi hevur ætlan um at stovna ein rokkbólk.
Um sendingina:
Yvirskipað verða nøkur av Fólksins rødd evnunum frá 2009-2011 lýst av nýggjum í elllivu sendingum her í 2022, men eisini verður tosað um annað, nú hvør luttakari fær eina heila útvarpssending til at greiða frá í. Haraftrat verða brot úr 'Fólksin Rødd' upprunasendingum og tónleikur at hoyra.
Gestastovan 1. august 2022