- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gestastovan
Í 2011 hevði Sakaris í Streymnesi greiðar áskoðanir um politisk viðurskifi og hvussu fiskivinnan átti at verið skipað. Tann áhugan hevur hann ikki slept her í 2022, nú hann býr á Argjum og trívist væl. Av øðrum, sum hann greiðir frá í Gestastovuni, kann tann hjartanemandi jarðarferðin hjá pápanum, Kristiani, nevnast. Hann hittu vit eisini í 'Fólksins rødd' og hoyra í hesi útvarpssending eina ljóðavspæling frá tí løtuni i Streymnesi í 2011.
Um sendingina:
Yvirskipað verða nøkur av Fólksins rødd evnunum frá 2009-2011 lýst av nýggjum í elllivu sendingum her í 2022, men eisini verður tosað um annað, nú hvør luttakari fær eina heila útvarpssending til at greiða frá í. Haraftrat verða brot úr 'Fólksin Rødd' upprunasendingum og tónleikur at hoyra.
Gestastovan 15. august 2022