- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gestastovan
Men hon fekk eisini lýst sína gleði um tað meira verðsliga, til dømis at koyra á Harley motorsúkklu. Mirjam Carlsen hevur havt síni tvey dreymastørv; annað er at arbeiða á føðideildini á Landsjúkrahúsinum í 37 ár, og hitt at gera føroysk klæðir í 13 ár. Hon sær seg sjálva sum rúmliga og virðismetir høgt, at vit í dag hava stórt trúarligt og demokratiskt frælsi. Sum kristin og sjúkrasystir hóvar henni lítið fosturtøku, tí hon hevur sæð nógv tey mongu árini á føðideildini.
Um sendingina:
Yvirskipað verða nøkur av Fólksins rødd evnunum frá 2009-2011 lýst av nýggjum í elllivu sendingum her í 2022, men eisini verður tosað um annað, nú hvør luttakari fær eina heila útvarpssending til at greiða frá í. Haraftrat verða brot úr 'Fólksin Rødd' upprunasendingum og tónleikur at hoyra.
Gestastovan 29. august 2022