Ein syrgjandi mamma fer út í fjøllini at ganga, uttan ætlan um at koma aftur, men tá hon óvæntað hittir eina gamla, gátuføra postkonu, fær lív hennara eina øðrvísi leið.
Handanland var fráfaringarfilmur hjá Barbaru Lervig á filmskúlanum Northern Film School í Leeds. Hann vann Geytagreipuna í 2021 og aftan á tvey ár á festival-umferð er hann komin heim aftur og verður vístur í Kringvarpinum, har ferðin byrjaði fyri tveimum árum síðani.