Í februar 2023 setti Jens Jákup Hansen sær fyri at ganga upp á hægsta fjall í Afrika. Jens Jákup førdi videodagbók á ferðini. Hesa ferð fara vit úr fyrstu leguni, og kuldin byrjar at merkjast.
Í februar 2023 setti Jens Jákup Hansen sær fyri at ganga uppá hægsta fjall í Afrika. Toppurin á Kilimanjaro er 5.895 metrar omanfyri vatnskorpuna. Við á túrinum er Gundur Mortensen. Teir kennast frá fjallabjargarunum og eru vinir.
Í sendingini síggja vit, hvussu gongur á ofta truplu royndini at náa toppin á Afrika.
Tað er ikki uttan orsøk, at Jens Jákup gongur henda avbjóðandi túrin. Jens Jákup hevur ADHD og trupult við vera í friði. Truplir túrar og avbjóðingar eru sum heilivágur. Fyri at varpa ljós á ADHD hevur hann átakið, Hin Rusuti, sum við filmum, fyrilestrum og skriving á sosialum miðlum skal fremja tilvit um ADHD.