Átta lið eru nú eftir í heimsmeistarakappingini í fótbólti í Katar. Tey eru Brasil, Argentina, Frakland, Ongland, Holland, Portugal, Kroatia og Marokko.
Um eina góða viku skal alt avgerast í einum finaludysti.
Eftir tveir hvílidagar verður sjøtil í dag settur á dystirnar í fjórðingsfinalunum. Tveir dystir eru í dag og tveir í morgin.
Fyrri dysturin í dag er millum Kroatia og Brasil. Hann byrjar klokkan trý. Hin seinni er millum Holland og Argentina. Hann byrjar klokkan sjey.
Nú skal hvør dystur avgerast. Stendur á jøvnum eftir vanliga leiktíð, verður spælt í hálvan tíma aftrat. Stendur tá framvegis á jøvnum, skal dysturin avgerast við brotssspørkum. Vinnarin heldur fram, taparin fer til hús.
Seinnapartin bresta favorittarnir úr Brasil saman við Kroatia, sum var í finaluni í seinastu heimsmeistarakappingini í Russlandi í 2018.
Brasilska fótbóltslandsliðið hevur aftur hugtikið heimin við sínum tiltikna vakra og dárandi spæli. La jogo bonita - hitt vakra spælið - hevur verið í hásæti hjá teimum kanariugulu í flest øllum dystum í Katar. Framúrskarandi tekniski førleikin og estetiska stílmedvitið hjá hvørjum spælara stendur í góðum samsvari við landsins stoltu fótbóltstradisjónir.
Annað eyðkenni er spæligleðin. Eitt næstan barnsligt kæti spríkir undir ovastu fláini. Spælarunum fellir lætt og ómakaleyst at trína sambadansin eftir eitt vakurt mál. Tudo acaba em samaba. Soleiðis nevna teir alskin fyri kæti og karnevali, sum er nærskylt við teirra hugsan um fótbólt, sum eina vakra savnandi kraft.
Nærum hvørja ferð, at Brasil fær mál, savnast spælararnir í einum fagnaðardansi, mest átøkur macarena-dansi. Venjarin, 61 ára gamli Tite, smæðist heldur ikki at geva seg uppí ringin av dansandi spælarum við síðulinjuna, tá ið teir gulu fegnast um eitt mál. Men ikki øllum dáma henda brasilska nýsiðin. Tveir fyrrverandi spælarar, írin Roy Keane og skotin Graeme Sounness, geva ilt av, tí teir halda hetta vera ósømiligan, háðandi atburð móti mótstøðuliðnum.
Brasilski miðvallarspælarin, Lucas Paqueta, undrast á hesar atfinningar. - Okkara dansur er tekin um gleði, ikki vanvirðing. At háða mótpartin liggur okkum fjart. Tú kanst siga, at brasilskur fótbóltur er ítrótttur við einum brosi, sigur Paqueta. Liðfelagi hansara, Vinicius Junior, leggur aftrat, at káta og lætta huglagið, sum eyðkennir brasilska fólkið, endurspeglast í okkara spæligleði.
Stóra stjørnan hjá Brasil, Neymar, kann nú taka metið sum hann, ið hevur skotið fæest mál av øllum á brasilska landsliðnum. Neymar hevur skotið í alt 76 má fyri Brasil - eitt minni enn Pelé, sum eigur metið við 77 málum. Neymar spælir í dag sín 124 landsdyst - 82 ára gamli Pelé, ið segðist liggja fyri deyðanum, spældi í alt 92 landsdystir.
Ein tann størsti í kroatisku søguni
Dystur okkara móti Brasil seinnapartin er ein av størstu dystum í søgu landsins, sigur kroatiski landsliðsvenjarin, Zlatko Dalic.
- Eg meti dystin javnt við HM-finaluna móti Fraklandi fyri fýra árum síðani. At spæla móti Brasil er ovurstór avbjóðing, men eisini stórur heiður, sigur kroatiski venjarin.
Tað er ikki yvir at dylja, at ítróttur og fótbóltur - kanska serliga fótbóltslandsliðið - hevur átt týðandi lut í strembanini at skilgreina ein kroatiskan tjóðskaparsamleika eftir at Jugsolavia gekk til grundar fyrst í 90-unum. Fyrrverandi kroatiski landsliðsspælarin, Slaven Bilic, sigur soleiðis: vit spæla ikki bara okkara vegna. Ei heldur bara fyri núverandi Kroatia. Vit spæla fyrst og fremst teimum til heiðurs, sum lótu lív í borrgarakrígnum í 90-unum - teimum, sum offraðu seg fyri, at Kroatia gjødist sjálvstøðugt. Tá Kroatia spælir, spæla vit í veruleikanum fyri einari heilari rørslu - einari frælsisrørslu, sigur Slaven Bilic.
Ein annar fyrrverandi kroatiskur landsliðsspælari, Zvonimir Boban, sigur: ongastaðni í heiminum hevur ítrótturin so sterkan tjóðarbyggjandi og samleikafremjandi týdning, sum í Kroatia.
Endurtøkan av 1978
Seinni fjórðingsfinaludysturin í dag verður ein klassiskari. Argentina móti Hollandi. Somu lond spældu HM-finaluna í 1978. Tá tryggjaði Mario Kempes við tveimum málum í finaluni í Buenos Aires Argentina sítt fyrsta HM-heiti við 3-1 sigri á Hollandi. Mong minnast helst eisini góða dystin í fjórðingsfinaluni í HM-endaspælinum í Fraklandi í 1998. Tá fekk Holland revansju. Dennis Bergkamp skeyt sigursmálið í 2-1 sigrinum.
Holland hevur sum einasta land verið í trimum HM-finalum uttan at vinna. Í 1974, 78 og 2010. Men lutfalsliga lítla Holland kann breggja sær av, at vera upphav til eina av fótbóltsins størstu kollveltingum. Í roynd og veru hevur Oranje, sum Holland góðsliga verður nevnt, havt so stóran týdning í fótbóltsins menningargongd, at hugsjónarmeenn sum Rinus Michels og aðrir landsmenn við honum í veruleikanum vóru teir, sum laðaðu grundina til tað, sum heilt nógv lið - bæði klubblið og landslið - í dag grunda sítt spæl á.
Hetta er sonevndi totalfótbólturin, sum mentist í 70-unum. Ajax Amsterdam og hollendska landsliðið við Michels á síðulinjuni og Johan Cruyff sum dirigenti á vølli lanseraðu hesa fótbóltsvekingina, sum grundað var á eitt smidligt, livandi og dárandi rørslumynstur á vøllinum.
Hevur Holland ikki vunnið HM-heitið enn, so spælir mótstøðuliðið - Argentina -fyri sínum triðja HM-sigri. Hin fyrsti var vunnin á heimavølli í 1978 í einum endaspæli, sum ikki var minni umstríttt enn endaspælið í Katar. Í 1978 ráddi hitt illa gitna hernaðarstýrið við tí eirindaleysa herovastanum Jorge Rafael Videla á odda í Argentina. Harðrenda stýrið fall eftir Falklandskríggið móti Bretlandi í 1982. Tað kendist tí argentinum sum søtur sigur, at Argentina ávegis HM-sigrinum í 1986 koppaði júst Onglandi í fjórðingsfinaluni í Meksiko við ógloymandi sigursmálinum hjá argentinska fótbóltsavgudinum Diego Maradona.
Í dag er Lionel Messi mæti fótbóltsúrmælingurin í Argentina. Ein annar fyrrverandi argentinskur stórspælari, Jorge Valdano, sum skeyt eitt av málunum í argentinska 3-1 finalusigrinum á Vesturtýsklandi í 1986, sigur í viðtali við bretsa fótbóltshøvundin Sid Lowe á The Guardian, at dámar tær ikki Messi, so dámar tær ikki fótbólt.
Valdano, sum í síni tíð spældi í Real Madrid, er spentur, um Argentina fer at vinna triðja HM-sigurin. - Eg haldi, at Argentina hevur funnið røttu vistskipanina, um eg so má siga. Tá ið eg sá argentinsku spælararnar stíga úr leikarabussinum, rann mær til hugs filmurin Oceans Eleven. Messi gekk fremstur, hinir hildu seg uttan um hann í einum trýhyrningsskapi. Tað hevur symbólskan týdning, og talar uttan orð um tað, sum Argentina er. Messi tykist vera í góðum samljóði við seg sjálvan. Tað er okkurt frígerandi, onkur linni at hóma í hansara andlitsbrái og medferð, tí havi eg ein varhuga av, at nú fer tað at eydnast honum at bera okkum øll til sigurs í Katar, sigur Jorge Valdano.
Fjórðingsfinaludystirnir í dag eru sum nevnt Kroatia og Brasil klokkan 15, og Holland-Argentina klokkan 19.
Í morgin eru hinir báðir fjórðingsfinaludystirnir. Tá spæla Portugal og Marokko og Frakland og Ongland.
HM-tíðindi eru aftur í morgin.