Tað var sum í Orminum Langa: lunnar brustu og jørðin skalv, tá tvær av mætastu fóttbóltsjóðum í heiminum, suðuramerikansku risarnir, Brasil og Argentina, máttu ígjøgnum alt kensluraðið í stríðnum at lívbjarga sær.
Annar risin fall, hin hóraði undan.
Stóri favoritturin - fimmfaldi HM-vinnarin Brasil - misti á stokkinum, og reyk úr kappingini eftir umdyst og brotssparkkapping móti Kroatia. Sambadansurin steðgaði brádliga, og tøgn legðist á hina kátu, gulu fylkingin. Spælarar og áskoðarar táraðu og lippaðu, onkur brast í sjóheitan grát.
Tíðindastovur skriva, at fólk eru sorgarbundin og í døpurhuga í tí stóra landinum, tá gula fótbóltslandsliðið, ið sameinir tær gott og væl tværhundrað milliónir fólkini í suðuramerikanska landinum, tapir í heimsmeistarakappingini.
"Dreymurin brast og ljósið slóknaði", er yvirskriftin í stóru brasilsku avísini Globo í morgun.
Forsetin, Lula, skrivar hugtungur á Twitter: Okkara menn stríddust av øllum alvi. Neymar skeyt eitt hugtakandi og vakurt mál, sum av røttum átti at vissað okkum sigurin, men eydnan var okkum ikki blíð í dag. Eg sendi venjara og spælara mína heilsan og samhuga. Men lat okkum ikki falla í fátt, heldur eiga vit at líta framá í góðum treysti.
Fótbóltur skilgreinar kroatiska tjóðarsamleikan
Brasil tóktist hava sigurin í hendi, tá Neymar í stórum stíli legði Brasil á odda í umdystinum, men í evstu stund svaraði Kroatia aftur í einum av ráru álopunum, sum teir fingu í lag í dystinum, og við dugnasemi og hepni eydnaðist Bruno Petkovic at javna til 1-1.
Og í brotssparkkappingini vóru kroatar tryggir og eirindaleysir, sum teir vanliga eru í hesari serligu disciplinini. Málmaðurin bjargar kringur, og skjúttarnir eru tryggir og náðileysir.
Hetta eru aðru ferð á rað, at Kroatia, sum fekk sjálvstøðu í 1991 - og einans telur fýra milliónir fólk - er komið í hálfinaluna í heimsmeistarakappingini í fótbólti.
Tað er ikki yvir at dylja, at ítróttur og fótbóltur - kanska serliga fótbóltslandsliðið - hevur átt týðandi lut í strembanini at skilgreina ein kroatiskan tjóðskaparsamleika eftir at Jugsolavia gekk til grundar fyrst í 90-unum. Fyrrverandi kroatiski landsliðsspælarin, Slaven Bilic, sigur soleiðis: vit spæla ikki bara okkara vegna. Ei heldur bara fyri núverandi Kroatia. Vit spæla fyrst og fremst teimum til heiðurs, sum lótu lív í borrgarakrígnum í 90-unum - teimum, sum offraðu seg fyri, at Kroatia gjødist sjálvstøðugt. Tá Kroatia spælir, spæla vit í veruleikanum fyri einari heilari rørslu - einari frælsisrørslu, sigur Slaven Bilic.
Ein annar fyrrverandi kroatiskur landsliðsspælari, Zvonimir Boban, sigur: Ongastaðni í heiminum hevur ítrótturin so sterkan tjóðarbyggjandi og samleikafremjandi týdning, sum í Kroatia.
Ósigurin tekur rímiligt fast í Brasil. venjatin, Tite, hevur boðað frá, at hann leggur frá sum, og stjørnan, Neymar, sum nú er 30 ára gamal, ivast, um hann aftur verður at síggja á landsliðnum. Málið, hann skeyt í gjár, er hitt 77 tjúgungda fyri Brasil. Hann hevur tí lagt upp upp á síðuna á úrmælinginum Pelé, sum í fleiri ár hevur átt metið sum tann, ið hevur skotið flest mál á brasilska fótbóltslandsliðnum.
82 ára gamli Pelé sendi Neymar eina vakra heilsan eftir dystin í gjár. - Okkara uppgáva sum ítróttarmenn er at veita fólki íblástur og gleði, og tú hevur í fleiri ár ríkað brasilsku tjóðina og allan fótbóltsheimin við tínum gávum, skrivar tann illa sjúki Pelé.
Stórur fagnaður í Argentina
Valdar sorg í Brasil, er stórur fagnaður í grannalandinum Argentina. Í einum øðrum minniligum dysti - kanska í uppaftur størri drama enn í tí fyrra dystinum í gjár - vann Argentina seg í hálvfinaluna eftir javnleik og umdyst og brotssparkkappig móti Hollandi.
Dysturin hevði alt, eisini ta misháttu og bondsku útsíðuna av einum uppskakandi drama. Soleiðis er ofta, tá nógv stendur á í dystum millum júsi hesi londini. Mong hava tikið til HM-finaluna, sum hesi bæði londini spældu í Buenos Aires í 1978. Og aftur í gjárkvøldið kom ilt í spælarar. Ferð eftir ferð illneitaðust teir hvør við annan, vóru malsjønskir og meinfýsnir, stundum óreinir. Tað var í heilum farið um mark við tí, sum mannsømiligt og virðiligt er. Og dómarin tóktist í so veikur at hava tamarhald á sínum fylgi, tá vargur kom í.
Dysturin endaði javnur 2-2. Argentisnki úrmælingurin Messi var upphavsmaður til fyrra argentinska málið við genialari fríspæling og skeyt sjálvur annað málið við brotssparki. Hjá Hollandi bragdaði ikki fyrr enn tann hávaksni Wout Weghorst kom á vøllin seint í dystinum. Honum eydnaðist við tveimum málum at senda Holland út í umdyst og brotssparkkapping, men her vóru argentinar tryggari við góðum málmanni, sum bjargaði fyrsta skotinum frá hollenska Liverpool-liðskiparanum Virgil van Dijk. Roknað verður við, at hetta var seinasti dystur við víðgitna hollendska venjaranum Louis van Gaal við róðrið.
Í Argentina er alt á gosi, nú landið er komið í hálvfinluna í heimsmeistarakappingini. Harðvunni sigurin á Hollandi fyllir allar avísforsíður í morgun. Clain skrivar, at Messi vann okkum dystin. La Nacion skrivar: søguligur og dramatiskur sigur. Uppi millum heiðurgestirnar á leikvøllinum í Katar sóust bæði Mario Kempes, sum var stóra stjørnan í 1978, tá Argentina vann fyrsta HM-heitið, og Jorge Valdano, sum var týðandi spælari, tá Argentina vann annan HM-sigurin í 1986. Spurningurin er, um Messi røkkur sínum dreymi um at vinna Argentina sítt triðja HM-heiti í fótbólti.
Marokko kann skriva søgu
Seks lið eru nú eftir í HM-kappingini í Katar. Ein vika er eftir av kappingini, og seks dystir eru eftir at spæla.
Seinnu fjórðingsfinaludystirnir eru í dag. Og eftir teir, eru bara fýra lið eftir í kappingini.
Seinnapartin spæla Portugal og Marokko. Vinnur Marokko, sum óvæntað sendi Spania úr kappingini í áttandapartsfinaluumfarinum, eru teir fyrsta lið úr Afrika, og fyrsta islamska og arabiska liðið, sum hevur spælt seg í eina hálvfinalu í heimsmeistarakappingini í fótbólti.
Venjarin, Walid Regragui, sigur, at allur tann arabiski og muslimski heimurin stendur saman um Marokko í dag. - Vit hava stóra virðing fyri Portugal, men vit ræðast teir ikki og vita, at vit eru mentir at koppa teimum, sigur hann.
Stórur spenningur er um, hvørt portugisiski venjarin, Fernando Santos, aftur fer at seta Christaino Ronaldo á beinkin, og lata hin unga Goncalo Ramos, sum loysti hann so fyrimyndarliga av í seinasta dysti, sleppa at vera við frá byrjan. Ramos tók av áliti venjarans og skeyt hattrikk í 6-1 sigrinum hjá Portugal á Sveis í áttandapartsfinaluumfarinum. Tað hevur sum skilst fingið øði í Ronaldo, at hann á fyrsta sinni varð vrakaður á landsliðnum, men venjarin avsannar, at nakað misljóð er millum seg og Ronaldo.
Fótbóltsfepur í Onglandi og Fraklandi
Seinni fjórðingsfinaludysturin í kvøld er ikki minni spennandi og forvitnisligur. Hann stendur millum heimsmeistarnar Frakland og Ongland.
Rættur fótbóltsfepur herjar í báðum londum. Tíðindafólk, sum arbeiða í Fraklandi og Onglandi, siga, at hetta snýr seg um annað og meira enn bara ein fótbóltsdyst. Í ensku fólkasálini brýtur í bæði borð. Fólk standa spjadd í spurninginum um Brexit, høgu orkuprísirnir níva, verkføll hótta, lítið er at brosa um, men nú hava tey fingið sítt fótbóltslandslið at savnast um. Eitt heimsmeistaraheiti til Ongland hevði verið vorðið sum jólagáva. Nakað tað sama er í Fraklandi. Búskaparligu avbjóðingarnar níva fólk, ið sakna okkurt at standa saman um, og her er fótbóltslandliðið teimum hent. At endurvinna HM fer at veita teimum ein linnandi fløva.
Avísirnir skúma við fótbóltsyvirskriftum. Forsíðan á LÉquipe hevur franska hvirluvindin Kylian Mbappe ílætnan sum James Bond. Blaðið Le Parisien hevur vyirskriftina: Shock Royal - kongaligur hvøkkur, og blaðið Liberation hevur eisini Mbappe á forsíðuni, og har stendur, at hann er svangur. Blaðið Le Mode skrivar, at nú sansar at hjá Les Bleus - teimum bláu - franska landsliðnum.
Ensku avísirnir skriva eisini nógv um franska hvirluvindin, Kyliam Mbappe. Okkurt blað sigur seg vita, at hann í háferð rennur 38 kilometrar um tíman. Men verjuleikarin hjá Manchester City, Kyle Walker, sum helst skal renná aftaná honum, er eisini tiltikin skjótur, næstan líka skjótur sum Mbappe, siga teir.
Í gjárkvøldið sást London Eye skyggja í Santa George krossslitunum á enska flagginum. Og ensku avísirnar standa einki aftanfyri tær fronsku. Daily Mail hevur enska liðskiparan og framherjan Harry Kane á forsíðuni. Við stórum stavum stendur: Stand up and be herous - reisist og útinni hetjuleiklutin. Og stóra yvirskriftin í gølublaðnum The Sun er: Now lets make french toast, lads - dreingir, skulu vit ikki fáa okkum eina ristaða franska?
Ongland og Frakland hava ikki møtst í einum HM-endaspæli í tretivu ár. Í HM-endaspælinum í Spania í 1982 vann Ongland 3-1 á Fraklandi í køvandi hita í Bilbao við tveimum málum, sum Bryan Robsen skeyt - hitt fyrra skeyt hann longu eftir hálvan minutt.
Frakland er helst tepur favorittur, men báðir partar siga seg hava stóra virðing hvør fyri øðrum.
Frakland vann seinastu HM-kappingina, Ongland var tá í hálvfinaluni, men í EM-endaspælinum í fjør summar stóð Ongland sg betri, og spældi seg í finaluna, sum teir taptu fyri Italia eftir brotssparkkapping.
Kringvarpið vísir báðar dystirnar í dag. Klokkan trý spæla Portugal og Marokko, og klokkan sjey í kvøld bresta Frakland og Ongland saman.
HM-tíðindi eru aftur í morgin.