- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jambalaja
Jambalaja - Ymiskt nýtt og King of Country 70
21-05-2022
Sending við country og fólkatónleiki.
Í Jambalaja í dag hoyra vit góðan tónleik, sum er útkomin seinastu tíðina. Og so heilsa vit eisini einum væl umtóktum sangara - King of Country verður hann róptur - sum rundaði tey sjeyti árini í vikuni.
Jambalaja
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna.
Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin.
Vertur er Ingi Samuelsen.