- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jambalaja
Jambalaja - Nakrir søguligir sangir
03-12-2022
Sending við countrytónleiki
Tónleikaúrvalið í dag er blandað. Vit hoyra søgurnar um nakrar gamlar klassikarar, til dømis hin seinasta, sum kom út við Hank Williams meðan hann enn var á lívi. Vit hoyra eisini um Shania Twain, sum var eitt mega navn fyri 25 árum síðani, og sum nú aftur letur hoyra frá sær.
Jambalaja
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna.
Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin.
Vertur er Ingi Samuelsen.