- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jambalaja
Jambalaja - Lucinda, Croz, Tom T & Wylie
28-01-2023
Sending við countrytónleiki
Í Jambalaja í dag hoyra vit um Lucindu Williams, sum fór um tey 70 í vikuni, um David Crosby, sum doyði herfyri, um ein tann besta sangin hjá Tom T. Hall og um cowboysangaran og jodlaran Wylie Gustafsson úr Montana.
Jambalaja
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna.
Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin.
Vertur er Ingi Samuelsen.