- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jambalaja
Jambalaja - Gordon Lightfoot R.I.P.
06-05-2023
Sending við countrytónleiki
Í Jambalaja í dag fara vit at minnast frálíka kanadiska sangaran og sangskrivaran, Gordon Lightfoot, sum doyði 1. mai, 84 ára gamal. Men vit fara eisini at hoyra ein mann, ið vitjaði í Føroyum í 2016, og sum fór um tey 75 týsdagin. Og so úr eini plátu, sum kom út fyri fimmti árum síðani.
Jambalaja
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna.
Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin.
Vertur er Ingi Samuelsen.