"Vit hava ábyrgd fyri skapanarverkinum", tað sigur Jógvan Fríðriksson, føroya biskuppur, í samrøðu við Kringvarpið jólaaftan.
- Tað er ov lætt, at siga at dálkingin kemur uttanfrá. Vit mugu taka ábyrgd fyri okkara egnu dálking.
Bispur hevur sett sær fyri, at kirkjan skal verða meira grøn í framtíðini. Tí hevur hann sett á skrá, at einaferð um árið, skulu prestar prædika um ábyrgd og verju av skapanarverkinum.
- Kirkjan skal heldur ikki bara verða orð, men eisini gerningur, sigur Jógvan Fríðriksson.
Tí skal kirkjan eisini vísa ábyrgd og verjuna av skapanarverkinum í verki eisini.
Lurta eftir drúgvu samrøðuni við Jógvan Fríðriksson, sum varð send jólaaftan.