Elmar Ósá, sum í 2019 av sínum eintingum savnaði inn 600.000 krónur til børn við autismu, var nýggjársgestur hjá Inga Rasmussen á árins fyrsta degi
Sum eftirnavnið ber boð um, er hann upppvaksin mitt í Klaksvík, við Ósánna. Tað kom at seta dám á hansara barna- og ungdómsár, har hann gjørdist kendur sum svimjari og vann fyrstu medaljuna, ið føroyingar fingu á oyggjaleikum. Og síðsta stóra bragdið, tá ið hann í 2019 svam, súkklaði og rann tilsamans 452 kilometrar fyri autismufelagið, gjørdi, at øll aftur tosaðu um Elmar. Men á leiðini við sigrum hava eisini verið svárar løtur, sum hann eisini setir orð á í hesi samrøðuni.