Ikki tykkum at siga, so eru tað ómetaliga nógv mál at tríva í, og tí verður hetta bara eitt lítið klípi úr stóru rúgvuni.
Hugskotið var at fáa nakrar uppbyggjandi samrøður um nøkur av hesum málum á ársins síðsta degi.
Í sendingini, sum er tveir tímar, fara vita at tosa um ársins orð "Heimafrið", sum felagið Heimafriður veruliga fekk sett á breddan í 2019. Forkvinnan í felagnum og borgarstjórin fyri einari av størstu ídnaðarhavnum í landinum seta seg saman at tosa um avbjóðingarnar við at tryggja, at sjóvinna og borgarar framhaldandi kunnu liva og virka saman.
Almennu byggigølurnar Glasir og H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum hava sett spurnartekin við, um Landsverk yvirhøvur megnar at standa fyri stórum byggiverkætlanum. Ein nýggur maður hevur sett seg í stjórastólin í Landsverki og skal endurreisa álitið á stovnini.
2019 var aftur eitt ár, har Føroyar enn einaferð gjørdu vart við seg á atljóða gastronomi-pallinum, tá Koks fekk sína næstu Michelin-stjørnum. Tað er nærmast óhoyrt, at eitt so lítið land hevur eina matstovu við einari og slett ikki tveimum stjørnum. Vit tosa við unga kokkin, sum hevur staðið á odda fyri menningini, og við journalist, sum hevur gjørt sendingar um nøkur av teimum fólkum, sum gera seg galdandi innan matstovuvinnuna í Norðurlondum.
Men hetta árskiftið skilmarkar eisini, at vit fara inn í eitt nýtt ára tíggju. Eitt gylt høvi at líta aftur á 2010ini, sum var eitt áratíggju, har Føroyar byrjaðu á botninum við Eik banka, sum fór á heysin, Fiskavirking, ið stongdi, arbeiðsloysi og fólkafráflyting. Men sum nú endað við, at Føroyar eru á toppinum við met høgum fólkatali, stórari búskarparligari framgongd, og at Føroyar brádliga eru vorðnar eitt av mest áhugaverdu ferðavinnumálum í heiminum. Vit hitta tvey leiðandi fólk, sum valdu at flyta heim aftur til Føroya í 2010unum, hóast tey høvdu spennandi størv við altjóða avbjóðingum í útlandinum. Hvat var tað fyri Føroyar, tey fluttu frá? Og hvat vóru tað fyri Føroyar, tey fluttu aftur til?
Eg eiti Uni Leitisstein Hansen, og vælkomin til sendingin Árið ið fer í tíðindum og aktuellum.
Sendingin byrjar tó við størstu politisku hendingina í 2019, løgtingsvalið, sum varð hildiði 31. august í ár.