Debes Hammershaimb Christiansen, sum verður sagdur at hava bjargað Føroyum í fyrstu koronubylgjuni, er nýggjársgestur hjá Inga Rasmussen
Tá ið koronufarsóttin rakti Føroyar í mars 2020, gekk tað ógvuliga skjótt, og eftir stuttari tíð vóru vit lutfalsliga millum tey harðast raktu londini. Men næstan líka skjótt bastu vit smittuni.
Ein forkláring var, at ein framsíggin biologur í Føroyum longu var klárur, tá smittan kom fyrstu ferð. Og tað hoyrdist út um landoddarnar, at lívfrøðingurin á Heilsufrøðiligu starvsstovu bjargaði Føroyum - og helst mannalívum.
Tí er Debes Hammershaimb Christiansen nýggjársgestur hjá Inga Rasmussen á ársins fyrsta degi.