Í mong ár hevur Virgar Dalsgaard, sum býr í Danmark, skipað fyri sonevndum mentanarferðum í bussi um stóran part av Evropa.
Ferðirnar byrja altíð í Keypmannahavn og halda fram gjøgnum Týskland og víðari til onnur lond og kendar býir á evropeiska meginlandinum.
Talan hevur verið um einar 10 sonevndar vikulangar ferðir til ymisk lond, eins og skipað hevur verið fyri nógvum stórbýarferðum, sum aloftast hava verið til Paris, Berlin ella Wien.
Seinasta ferðin varð gjørd síðst í oktober, har leiðin sum vant gekk úr Keypmannahavn suður gjøgnum Sæland og víðari gjøgnum Týskland við tveimum yvirnáttingum, og síðani móti Eysturríki, Sveits og Liechtenstein.
Kári Mikkelsen var við á hesi ferðini, og burtur úr hesum eru komnar fýra útvarpssendingar undir heitinum "Mentanarferðir í Evuropa".