Jólatræ, jólamaður, dugnaligir tónleikarar og nógv glað børn settu dám á, tá jólatræ var í Kringvarpinum kl. 14 jólaaftan
Heilt síðani Útvarpið byrjaði á Bryggjubakka hevur tað verið ein serligur partur av skránni hjá Útvarpinum jólaaftan, tá Jólatræ er í Útvarpinum. Nú er tað sjálvsagt jólatræ í Kringvarpinum, sum var í nýggju forhøllini í Kringvarpinum.
Jólatræið verður altíð sent beinleiðis í Útvarpinum. Men her kanst tú hoyra sendingina.