Klóturnar

Klóturnar 4
20-02-2022
- náttúrurøð frá BBC, við føroyskum teksti

4. partur - Lív handan sólina: Saturn Saturn er gimsteinurin í sólskipanini, men sum Brian Cox professari avdúkar - ´hon er ikki fødd soleiðis´. Upprunaliga var hon grót og ísur. Sum frá leið broyttist Saturn, vaks seg risastóra í vavi, og frá at vera grót og ísur, misti hon tann fasta formin. Kanningar hjá sonduni Cassini benda á, at klótan hevur verið ringleys tað mesta av tíðini. Til ein avgerandi samanbrestur broytti alt. Ein av ísmánunum við Saturn varð drigin ov nær klótuni, hann sindraðist, og ringarnir komu. Cassini-sondan hevur eisini ferðast við ein annan mána, Enceladus. Og har eru umstøður, sum minna nógv um tær, sum hildið verður, at lívið her á jørðini hevði sín uppruna í.

Klóturnar

Í hesi merkisverdu røðini, verður sagt frá serligu lívssøguni hjá sólskipan okkara. Røðin avdúkar ófatiligan vakurleika og stórleika á 8 gongustjørnum, hvørs søgu vit júst so smátt eru byrjað at skilja.

Røðin er í fimm pørtum. 

- náttúrurøð frá BBC, við føroyskum teksti
27-02-2022
- náttúrurøð frá BBC, við føroyskum teksti
20-02-2022
- náttúrurøð frá BBC, við føroyskum teksti
13-02-2022
- náttúrurøð frá BBC, við føroyskum teksti
06-02-2022
- náttúrurøð frá BBC, við føroyskum teksti
30-01-2022