Kom við Tórði Mikkelsen á ferð í Kringvarpinum, nú 60 ár eru liðin síðani Útvarpið byrjaði at senda
Tað er ein vanligur fríggjamorgun, og sum vant hvønn yrkadag er Góðan morgun Føroyar á skránni í Útvarpinum. Vit eru millum annað saman við einum morgunreportara í Miðvági, at hitta ein ungan og virkisfúsan mann.
- Vit miða altíð eftir at upplýsa og undirhalda, og tá tann javnvágin eydnast, eru vit nøgd, sigur Rúni Jákupsson, ein av teimum føstu morgunvertunum.
Og Dia Midjord, stjóri í Kringvarpi Føroya, sigur, at nú nýggjur fýra ára Public Service-sáttmáli júst er undirskrivaður er greitt, at Kringvarpið verður meira at síggja kring landið tey næstu fýra árini.
Tórður Mikkelsen er vertur og Eir í Ólavstovu hevur verið fotografur og hevur eisini klipt tey fimm videoinnsløgini, sum verða løgd á heimasíðu Kringvarpsins tær næstu vikurnar. Innsløgini lýsa fjølbroytta virksemið í Kringvarpinum.
6. februar 2017 vóru 60 ár liðin síðani útvarpið sendi fyrstu ferð. Kringvarpið heldur 60 ára stovningardagin í bæði útvarpi og sjónvarpi dagarnar og vikurnar eftir 6. februar.,