Í sambandi við 60ára dagin hjá KvF í dag, fara vit gerandiskvøld í februar mánaða at senda gamlar sendingar úr myndasavninum
Sendingin, sum vit hava valt út til tykkum í kvøld, varð send fyri 30 árum síðani, tann 3. februar 1987, og hon ber heitið “Tey klæða føroyingar.”
Hetta er ein rættiliga forvitnislig sending, tí vitjað verður inni á einum av fyrstu ídnaðarvirkjunum í Føroyum, Klædnavirkinum í Gøtu.
Har framleiddu tey serliga arbeiðsklæðir til fólk í fiskiídnaðinum og oljuklæðir til sjómenn. Í sendingini verður tosað við fleiri av arbeiðsfólkunum, og við skræddaran og stjóran Jákup Hansen.
Tað vóru Árni Gregersen, Carsten M. Arnskov og Jógvan Páll Johannesen, sum gjørdu sendingina.
6. februar 2017 vóru 60 ár liðin síðani útvarpið sendi fyrstu ferð. Kringvarpið heldur 60 ára stovningardagin í bæði útvarpi og sjónvarpi dagarnar og vikurnar eftir 6. februar.,