Í sambandi við 60ára dagin hjá KvF, fara vit gerandiskvøld í februar mánaða at senda gamlar sendingar úr myndasavninum.
Sendingin, sum vit hava valt út til tykkum í kvøld, varð fyrstu ferð send tann 16. mai 1999, og hon ber heitið “Kvinnan á brúnni."
Sum heitið kanska gevur ábending um, so er talan um fyrstu kvinnuna, sum kom á brúnna á risastóra ferðmannaskipinum Vistafjord.
Kvinnan var føroysk, tað var tann tá 31 ára gamla Ingerð Klein Olsen úr Vestmanna, sum tók skipsføraraprógv í Svendborg í 1993.
Ingerð Klein Thorhauge, sum hon eitur nú, bleiv seinni fyrsti kvinnuligi skipari í 170 ára gomlu søguni hjá Cunard reiðarínum. Men tað er in onnur søga. Vit síggja hana í kvøld á brúnni á Vistafjord.
Kári Mikkelen og Bjarnheðin í Hoyvík gjørdu hesa sendingina.