Kjørbreyt var ein vælumtókt sjónvarpsrøð í áttati og fyrst í níti-árunum. Hendan sendingin í røðini, sum vit skulu síggja í kvøld, varð send í apríl mánaði í 1990.
Fleiri evnir vóru tikin upp í hesum sendingunum, bæði av skemti og tí meira álvarsliga slagnum. Og so er tónleikur eisini. Vertir eru Tróndur Djurhuus og Øssur Winthereig.
Leggjast kann afturat, at sendingin er frá tíðini, har mann ikki hugsaði so nógv um longdina av sendingum, hendan Kjørbreyt er ein tíma og fjøruti minuttir til longdar.