Í samband við 60 ára føðingardagin hjá Kringvarpi Føroya, skipaðu Kringvarpið og Sláið ring fyri kvæðaupptøkum.
Í sambandi við 60 ára dagin hjá Kringvarpi Føroya tóku vit upp 14 kvæði, vísur og tættir í Reinsarínum í januar 2017.
Hesaferð kvøða tey Sigmundskvæði eldra, sum Birgir Djurhuus skipar. Bøhmerlandsdronningen, sum Karstin í Húsinum skipar og Viljorm Kornus, sum Leivur Jacobsen skipar.
6. februar 2017 vóru 60 ár liðin síðani útvarpið sendi fyrstu ferð. Kringvarpið heldur 60 ára stovningardagin í bæði útvarpi og sjónvarpi dagarnar og vikurnar eftir 6. februar.,