Tey í panelinum í Also sita klár at svara spurningum frá lurtarum. Og fyrsti spurningur í morgun er um Facebook.
- Vit koma út í hvønn krók og tí er ein av okkara fremstu uppgávum, at styrkja samleikan hjá føroyingum, sigur Barbara Samuelsen, mentanarleiðari í Kringvarpinum.
Tónleikur eru minnir og fólk seta hann í samband við okkurt tey hava upplivað, sigur Petur Rouch, sum hugagóður hevur havt Rót og Rútmu meira enn 970 ferðir fyrrapart leygardag í Útvarpinum.
Ein serligur bólkur av starvsfólki situr einaferð um vikuna og lurtar eftir nýggjum tónleiki. Tað er tónleikaráðið, sum velur út hvat skal í umfar í Útvarpinum.
Brynhild Thomsen vísir okkum skottið millum tíðindaredaktiónirnar í Kringvarpinum. Hon kallar redaktiónshølið fyri gazageiran.
Jógvan Arge hevur nærum verið við frá byrjan av á Bryggjubakka. Hann sigur, at størsta framstigið var, tá Útvarpið fekk síni egnu hús í 1981.
Gunnar Nolsøe, vertur í spurnarkappingini Á Quistinum, sigur, at sum barn spældi hann útvarp tá vinmenninir spældu skiparar.
Og Jákup Magnussen og Lola eru væl uppløgd, tá tey undirhalda lurtararnar í Plátubarrini leygarkvøld. Ein av spurningunum í kvøld er, um Lola roykir Prince ella Prince Light.
Tórður Mikkelsen er vertur og Eir í Ólavstovu hevur verið fotografur og hevur eisini klipt tey fimm videoinnsløgini, sum verða løgd á heimasíðu Kringvarpsins tær næstu vikurnar. Innsløgini lýsa fjølbroytta virksemið í Kringvarpinum.