Vit fara aftur til 1985 og til sendirøðina Á Sýnini, sum tók ymisk aktuell evnir upp. Á Sýnini varð send tey fyrstu árini, eftir at SvF varð sett á stovn í 1984.
Í hesi sendingini eru vit millum annað við kirkjubømonnum í Trøllhøvda og til eina bjargingarroynd við Tjaldrinum.
Johnsigurd Johannesen er vertur á sendingini, ið á sinni vórðu sendar leygarkvøld.
6. februar 2017 vóru 60 ár liðin síðani útvarpið sendi fyrstu ferð. Kringvarpið heldur 60 ára stovningardagin í bæði útvarpi og sjónvarpi dagarnar og vikurnar eftir 6. februar.,