Í hesum fimta og seinasta videoinnslagnum "Við Tórði á túri í KvF" fáa vit innlit í nakrar av teimum stóru framleiðslunum, sum eru afturvendandi í Sjónvarpinum.
Ársins nýggjárskonsert við Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum er ein av teimum størstu framleiðslunum á hvørjum ári. Tá eru meira enn 20 fólk frá Kringvarpinum til arbeiðis.
Vit síggja guðstænastuliðið, sum hvørt vikuskifti er til arbeiðis, gera seg til reiðar at senda guðstænastu úr Fuglafjarðar kirkju.
- Vit liva ikki bara av spurnarkappingum og kegli hjá politikarum. Tað átrúnaðarliga ávirkar eisini okkara máta at hugsa uppá, og okkara avgerðir í sambandi við etikk og moral eru ávirkaðar av kristindóminum, sigur Armgarð Arge, samskipari av tí átrúnaðarliga partinum í Kringvarpinum.
Vit eru eisini til landsdyst í hondbólti millum Føroyar og Grikkaland. Leivur Frederiksen, redaktørur á 3-2, sigur, at tað hevur stóran týdning at hava ítróttartiltøk í sjónvarpinum, tí hetta er besti mátin hjá Kringvarpinum at fáa fatur á teimum ungu hyggjarunum.
Á einari skrivstovu arbeiða Jóna Dalsgarð og Katrin Streymoy yvir av hvørjari aðrari. Jóna hevur savnið hjá Sjónvarpinum um hendi, og Katrin er samskipari á skránni hjá Sjónvarpinum. Tær hava úr at gera.
Triðja árið á rað savnar Kringvarpið dansifeløg kring landið ein leygardag á Reinsarínum í Havn, har ymisk kvæði verða tikin upp til Sjónvarpið.
- Fyrr hava vit gjørt upptøkur við hvørjum einstøkum dansifelag. Vit fáa nógv meira burtur úr uppá hendan mátan og dansifeløgini, sum koma ymsa staðni úr landinum, hugna sær saman, sigur Jóhann Mortensen, leiðslusamskipari í Kringvarpinum. Nú hevur Kringvarpið millum 500 og 600 útvarps og sjónvarpsupptøkur av kvæðum.
Tórður Mikkelsen er vertur og Eir í Ólavstovu hevur verið fotografur og hevur eisini klipt tey fimm videoinnsløgini, sum nú eru løgd á heimasíðu Kringvarpsins. Innsløgini lýsa fjølbroytta virksemið í Kringvarpinum.