Vit fara enn einaferð aftur til røðina Á Sýnini, sum var send tey fyrstu árini eftir at SvF varð sett á stovn í 1984.
Í hesi sendingini skulu vit hoyra um ein grísafarm í Froðba, og um kjakið hvørt fasta sambandið um Haraldssund eisini skuldi hava eina siglingarrennu.
Og so er eisini ein samrøða við fólkakæra bispin Eivind Vilhelm, sum hevði verið á ferð í India. Hesar sendingarnar Á Sýnini vóru at síggja reglugliga frá 1985 til 1990.
6. februar 2017 vóru 60 ár liðin síðani útvarpið sendi fyrstu ferð. Kringvarpið heldur 60 ára stovningardagin í bæði útvarpi og sjónvarpi dagarnar og vikurnar eftir 6. februar.,