SvF legði seg longu frá byrjan eftir at hava regluliga mentanarsendingar, og vit skulu nú síggja eina frá 1985. Tað eru fimm evnir í sendingini.
Vit hitta millum annað forvitnisligar persónar sum William Heinesen og Jóannes Kristiansen, og vit skulu hoyra um útgávur eftir Tórodd Poulsen og Frændir.
Bandið er frá 1985, og tey gomlu bondini eru ikki í góðum standi. Tí er ein svørt strika gjøgnum myndina teir seinast 15 min av sendingini.
Lagt til rættis: Zacharias Hammer, Árni Gregersen, Jógvan Páll Johannsenen, Jógvan Asbjørn Skaale, Ragnar C. Joensen, Katrin Ottarsdóttir og Bergljót Debes Hentze.