- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kjørbreyt var ein vælumtókt leypasending, tað er ein sending við nógvum ymsikum evnum, sum varð send síðst á áttati- og fyrst í níti-árunum.
Í hesi sendingini frá 1989 hoyra vit millum annað um akupunkturviðgerð, ið skal hjálpa fólki at gevast við at roykja.
Fitt av skemti og tónleiki var eisini í Kjørbreyt, í hesi sendingini er Hjarnar við í upptøkuhølinum. Vertir vóru Árni Gregrsen og Øssur Winthereig.
Tak niður
6. februar 2017 vóru 60 ár liðin síðani útvarpið sendi fyrstu ferð. Kringvarpið heldur 60 ára stovningardagin í bæði útvarpi og sjónvarpi dagarnar og vikurnar eftir 6. februar.,