Vit senda nøkur kvøld í februar mánað sendingar úr bandasavninum hjá KvF í samband við at stovnurin fyllir 60 ár. Evnið í sendingini í kvøld er líka so aktuelt í dag, sum tað var, tá sendingin bleiv gjørd fyri fyri 24 árum síðani.
Hetta er hvat ið tey skrivaðu um sendingina í 1993: Seinastu árini eru 60 miljónir skarvaðar burtur av rakstrinum á teimum trimum sjúkrahúsunum.
Hetta hevur havt við sær, at fólk mugu bíða munandi longur eftir at verða innløgd, og at tey verða útskrivaði nógv fyrr. Nú er aftur ætlanin at skera djúpt í sjúkrahúsverkinum.
Skulu 36 milliónir sparast av rakstrinum longu í ár, er neyðugt annaðhvørt at niðurleggja eitt ella tvey sjúkrahús, ella at lata serviðgerðir falla burtur. Hetta søgdu tey also fyri 24 árum síðani.
Bergljót Debes Hentze og Dagmar Jonesen-Næs løgdu sendingina til rættis. Teir, ið stóðu fyri upptøkum og klipping, vóru Jógvan Eli Dam, Bjarni Árting Rubeksen og Jógvan Páll Johannessen.