Àðrenn undirsjóvartunnilin til Vágarnar sigldi ferja hvønn dag millum Vestmanna og Oyrargjógv. Í hesi sendingini frá 2002, sum ber heitið “Um Vestmannasund,” fara vit aftur um borð og hoyra feðgarnar Alfred og Karmal Olsen greiða frá.
Vit hoyra eisini um uppskotið um heingibrúnna um Vestmannasund, sum kanska var neistin ið veruliga setti gongd á kjakið um fast samband um sundið.
Bogi Godtfred legði sendingina “Um Vestmannasund” til rættis.
6. februar 2017 vóru 60 ár liðin síðani útvarpið sendi fyrstu ferð. Kringvarpið heldur 60 ára stovningardagin í bæði útvarpi og sjónvarpi dagarnar og vikurnar eftir 6. februar.,