- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vit fara aftur í bandasavnið og føroyskur dansur er á skránni í kvøld. Vit skulu síggja og hoyra gomul dansispøl úr Vági.
Albert Djurhuus í Sumba legði dansifólkunum lag á, og vit síggja millum annað Tríankar og Frísaspælið.
Sendingin er frá 1989, og tað vóru Ragnar C. Joensen, Bjarni Árting Rubeksen, Pate Thomsen og Johan Gaard Joensen, sum gjørdu hesar upptøkurnar.
Tak niður
6. februar 2017 vóru 60 ár liðin síðani útvarpið sendi fyrstu ferð. Kringvarpið heldur 60 ára stovningardagin í bæði útvarpi og sjónvarpi dagarnar og vikurnar eftir 6. februar.,