Í byrjanini av nítiárunum var ring kreppa her á landi, og fleiri smábygdir komu illa fyri av stóru fráflytingini úr Føroyum. Í 1994 stóð annaðhvørt hús í báðum bygdunum í Elduvíkar kommunu tómt.
Fólkatalið var farið niður um 100. Bert fá ár frammanundan búðu hálvtannaðhundrað fólk í kommununi. Ein smoltstøð í Funningsfirði var einasta arbeiðsplássið, ið var eftir í kommununi, men har høvdu tey ikki fingið løn í fleiri mánaðir.
Í Funningsfirði og Elduvík óttaðust tey fyri, at bert gomul fólk fóru at vera eftir í bygdunum, um vend ikki kom í.
Leivur Hansen og Dagmar Joensen-Næs løgdu til rættis. Bjarni Árting Rubeksen og Herluf Sørensen fotograferðu og kliptu sendingina.
6. februar 2017 vóru 60 ár liðin síðani útvarpið sendi fyrstu ferð. Kringvarpið heldur 60 ára stovningardagin í bæði útvarpi og sjónvarpi dagarnar og vikurnar eftir 6. februar.,