Nú 60 ár eru liðin síðani Útvarpið byrjaði at senda, hevur Kringvarpið gjørt nógv burtur úr, og verturin Tórður Mikkelsen og fotografurin Eir í Ólavsstovu hava verið runt á stovninum fyri at lýsa fjølbroytta virksemið í myndum og samrøðum.
Eir og Tórður hava gjørt fimm videoinnsløg til heimasíðuna hjá Kringvarpinum. Nú eru innsløgini sett saman til eina sending, sum verður víst í Sjónvarpinum sunnukvøldið klokkan 20 og mánakvøldið klokkan 21:40.
Í sendingini Við "Tórði á túri í Kringvarpinum" er Tórður Mikkelsen sum sagt vertur og Eir í Ólavsstovu hevur verið fotografur og hevur eisini klipt sendingina.
6. februar 2017 vóru 60 ár liðin síðani útvarpið sendi fyrstu ferð. Kringvarpið heldur 60 ára stovningardagin í bæði útvarpi og sjónvarpi dagarnar og vikurnar eftir 6. februar.,