Einaferð var eitt filmseftirlit í Føroyum, sum millum annað sensureraði myndir, sum hildnar vóru at vera ov harðligar ella ónærisligar. Í hesi sendingini Á Sýnini, sum varð send í 1985, skulu vit hitta umboð fyri filmseftirlitið.
Vit hoyra eisini um, hvussu tað er hjá føroyingi at búgva í Íslandi, og hvussu tað gekk hjá eini føroyskari kvinnu at vera á kvinnuráðstevnu í Nairobi.
6. februar 2017 vóru 60 ár liðin síðani útvarpið sendi fyrstu ferð. Kringvarpið heldur 60 ára stovningardagin í bæði útvarpi og sjónvarpi dagarnar og vikurnar eftir 6. februar.,