Sterkari føroyskt øl í fýra ár” Soleiðis kallast ein av fyrstu sendingunum, ið varð send í SvF. Vit eru afturi í 1984.
Sendingin varpar ljós á hvussu gongdin í rúsdrekkanýtsluni hevur verið seinastu fýra árini, altso frá lógarbroytingini í 1980 og fram til 1984.
Hetta var tann triðja sendingin í eini røð, sum kallaðist á sýnini. Røðin varpaði ljós á samfelagsviðurskifti, og hendan sendingin royndi at kanna, hvørjar avleiðingar sterka ølið hevði á samfelagið.
6. februar 2017 vóru 60 ár liðin síðani útvarpið sendi fyrstu ferð. Kringvarpið heldur 60 ára stovningardagin í bæði útvarpi og sjónvarpi dagarnar og vikurnar eftir 6. februar.,