Lesikrókurin

Lesikrókurin: Fontamara
30-09-2022
Vertur er Eyðun Klakstein.

Lesikrókinum hesa ferð verður skaldsøgan “Fontamara”, ið italski rithøvundurin Ignazio Silone skrivaði, viðgjørd. Pauli Nielsen týddi til føroyskt. Sprotin gav út.

Bókin snýr seg um, hvussu fátækafólk á bygd í Italia uppliva fasismuna í millumkrígstíðini. Bókin kannar og avdúkar, hvussu tey, ið hava vald og pengar, fara vit teimum, ið stríðast fyri at hava til dagin og vegin í lítlari fjallabygd.

Gestir eru Kristianna Winther Poulsen, sum er lærari í fronskum og søgu á Glasi, og Gunvá við Keldu, sum er stjóri á grafiska virkinum Estra/Vasti.

 

Lesikrókurin

Lesikrókurin er poddvarprøð, har lesiáhugað hittast við eitt borð og tosa um ávísar bøkur, tey hava lisið.  Leikrókurin er eitt framleiðslusamstarv millum Sprotan og Kringvarp Føroya.
Vertur er Eyðun Klakstein.
30-09-2022
Eyðun Klakstein leggur til rættis
11-05-2022
Vertur er Eyðun Klakstein.
07-04-2022
Vertur er Eyðun Klakstein
10-03-2022
Eyðun Klakkstein leggur til rættis
10-02-2022
Umrøða av bókini Fáður fær tráðin heilt slættan eftir Sólrun Michelsen
11-01-2022
Undirgangssøgan hjá Zweig er ein ávaring til okkara egnu tíð. Gestir eru Óluva Klettskarð og Oddur á Lakjuni
12-11-2021
Hesa ferð tosa Símun Joensen, lærari, Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, og Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, um bókina "Corpus Delicti - eitt rættarmál"
12-11-2021
Til umrøðu hesuferð er virðislønta skalsøgan Hvør drap Bambi? eftir Moniku Fagerholm
12-11-2021
Til umrøðu hesaferð er skaldsøgan Menn í mínari støðu eftir Per Petterson
27-09-2021
Hesaferð verður bókin Bøn fyri Tjernobyl, eftir Svetlana Aleksijevitj, umrødd í Lesikrókinum.
05-04-2021