Armgarð Arge greiðir frá og Kári Sólstein hevur lagt sendingina til rættis.
Líknilsi um farisearan og tollaran. Evangeliið eftir Lukas, kap. 18, øðrindini 9-14.
v09 Hann segði eisini hetta líknilsið við nakrar, sum litu á seg sjálvar, at teir vóru rættvísir, og vanvirdu hini:
v10 "Tveir menn fóru niðan í templið at biðja; annar var Fariseari, og annar tollari.
v11 Farisearin stóð fyri seg sjálvan og bað so: "Gud! Eg takki Tær, at eg eri ikki sum onnur menniskju - ránsmenn, órættvís, horkallar - ella tá sum hasin tollari.
v12 Eg fasti tvær ferðir um vikuna, eg lati tíggjund av allari inntøku míni."
v13 Tollarin stóð langt burtur og vildi ikki so mikið sum lyfta upp eygu síni móti himli, men sló seg fyri bróstið og segði: "Gud! Ver mær syndara náðigur!"
v14 Eg sigi tykkum: Hesin fór rættvísgjørdur aftur til hús, og hin ikki; tí ein og hvør, ið setur seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt; og tann, ið setur seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt."
Líknilsi um Talentirnar. Evangeliið eftir Matteus, kap 25, øðrindini 14-30.
v14 Tí tað er, eins og maður, ið ætlaði at fara burt í annað land og kallaði til sín tænarar sínar og gav teimum upp í hendur tað, sum hann átti.
v15 Ein læt hann fáa fimm talentir, annan tvær, uppaftur annan eina, hvønn eftir førimuni hansara; so fór hann burt í annað land.
v16 Tann, ið hevði fingið hinar fimm talentirnar, fór nú og handlaði við teimum og vann aðrar fimm talentir.
v17 Somuleiðis tann, ið hevði fingið hinar tvær - hann vann aðrar tvær.
v18 Men tann, ið hevði fingið hina einu, fór avstað og gróv í jørðina og fjaldi pening harra síns.
v19 Táið long tíð var umliðin, kom harrin hjá hesum tænarum og helt roknskap við teir.
v20 Tann, ið hevði fingið hinar fimm talentirnar, steig tá fram og hevði við sær aðrar fimm talentir; hann segði: "Harri! Tú lætst meg fáa fimm talentir; hygg, eg havi vunnið aðrar fimm talentir!"
v21 Harri hansara segði við hann: "Gott, tú góði og trúgvi tænari! Tú vart trúgvur yvir lítlum; eg skal seta teg yvir nógv. Far inn til gleði harra tíns!"
v22 So steig eisini tann fram, sum hevði fingið hinar tvær talentirnar; hann segði: "Harri! Tú lætst meg fáa tvær talentir; hygg, eg havi vunnið aðrar tvær talentir!"
v23 Harri hansara segði við hann: "Gott, tú góði og trúgvi tænari! Tú vart trúgvur yvir lítlum; eg skal seta teg yvir nógv. Far inn til gleði harra tíns!"
v24 Síðani steig eisini tann fram, sum hevði fingið hina einu talentina; hann segði: "Harri! Eg kendi teg, at tú ert harður maður, sum heystar, har tú ikki sáaði, og savnar, har tú ikki stroyddi;
v25 tí óttaðist eg og fór avstað og fjaldi talent tína í jørðini; hygg, her hevur tú títt!"
v26 Tá svaraði Harri hansara honum: "Óndi og lati tænari tín! Tú vitsti, at eg heysti, har eg ikki sáaði, og savni, har eg ikki stroyddi.
v27 Tí skuldi tú sett pening mín inn hjá peningavekslarunum, so eg fekk mítt aftur við rentu, táið eg kom heim.
v28 Takið tí hasa talentina frá honum, og latið hann, ið hevur hinar tíggju talentirnar, fáa hana!
v29 Tí hvør tann, ið hevur, honum skal verða givið, og hann skal hava yvirflóð; men tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, ið hann hevur.
v30 Og kastið hin ónýta tænaran út í myrkrið uttanfyri!" - Har skal vera grátur og tannagrísl!