Hesaferð um broyttu føstu framsýningina á Listasavninum, um listarmálaran Eydnu Steinberg og um tónleikaran Sigmund Zachariassen
Nýggjar tíðir á Listasavninum. Nýggi stjórin hevur rist posan og hevur hongt føstu framsýningina upp av nýggjum. Úrslitið er eyðsýnt.
Sigmund Zachariassen vil hinvegin treyðugt broyta alt ov nógv. Honum dámar væl gamla tónleikaútgerð, sum hann herfyri hevur brúkt til at geva eitt nýtt lag út.
Triðja evnið í sendingini er um barnabókina, sum Eydna Steinberg skal myndprýða fyri Steintór Rasmussen, rithøvund.